Í morgin, sunnumorgunin klokkan 11.00, verður nýggjur prestur settur í starv í Norðara Eystara Prestagjald. Undir sjálvari gudstænastuni er ein fjøltáttað skrá.
Í morgin, sunnumorgunin klokkan 11.00, verður nýggjur prestur settur í starv í Norðara Eystara Prestagjald. Undir sjálvari gudstænastuni er ein fjøltáttað skrá.
Umframt at Maria Jørðdal Niclasen verður sett í starv sum prestur, fer kór at framføra og tvørfloytuspæl at ljóða.
Og sum lýst gongur talvan til frama fyri Heimamissiónina.
Viðingar og onnur, sum hoyra undir Norðara Eystara Prestagjald, hava annars ikki havt nakra varandi loysn viðvíkjandi presti síðani oktober 2011, tá ið Elsa Funding fór frá fyri aldur.
Gudstænastan byrjar kl. 11.00. Sum skilst verða bæði útvarp og sjónvarp á staðnum. Norðlýsið verður sjálvsagt eisini við til hátíðarløtuna.




