Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nýggjur sambandsflokkur settur á stovn!

Hergeir Staksberg

Nýggi flokkurin, Sjálvfylgjan, er eitt mótspæl til Sambandsflokkin, sum hevur havt monopol upp á sambandsveljarar í longri tíð.

Nýggi flokkurin, Sjálvfylgjan, er eitt mótspæl til Sambandsflokkin, sum hevur havt monopol upp á sambandsveljarar í longri tíð.

Hvussu eitur nýggi flokkurin?

Vit hava valt, at kalla flokkin fyri Sjálvfylgjan, tí vit meta okkara sjónarmið vera eina sjálvfylgju fyri eitthvørt vælferðarsamfelag.

Hví er tað neyðugt við einum nýggjum sambandsflokki, tá vit longu hava ein sambandsflokk?

Ímynda tær, at vit bara høvdu ein loysingarflokk at velja í. At t.d. Fólkaflokkin hevði monopol upp á øll, sum vóru loysingarsinnaði.

Tað kann samanberast við Atlantic Airways, sum hevur monopol upp á okkara flogferðslu. Heldur tú, at tað er ov dýrt ella ert ósamdur við teirra súlukort politikki, so er tað bara ergiligt, tí har er onki alternativ. Valið stendur millum Atlantic Airways og Atlantic Airways. Sama ger seg galdandi fyri sambandsfólk. Tey kunnu velja millum Sambandsflokkin og Sambandsflokkin… Tað er her, at Sjálvfylgjan kemur inn í myndina. Vit eru alternativið, sum endiliga brýtur monopolið og gevur fólki ein nýggjan valmøguleika.

Hvussu eru tit øðrvísi enn Sambandsflokkurin?

Vit hava nøkur greið mál, sum eisini eru í tráð við tað danska samfelagið. Vit meta millum annað, at tað er ein sjálvfylgja:

1. At samkynd fáa eina borgarliga vígslu, um tey ynskja tað.

2. At vit seta eina karantenuskipan í verk fyri persónar, sum ferð eftir ferð koyra partafeløg á heysin, soleiðis at borgararnir standa við rokningini.

3. At vit í ikki byggja okkara samfelag á forboð og sensur, men heldur álit á okkara borgarar. Her hugsa vit m.a. um at fáa rúsdrekka út í handlarnar og at avtaka halgidagslógina.

4. At vit fáa steðga gyltum lógvatøkum innan tað almenna og fáa eitt greitt innlit í pengarnar, sum eru í umferð innan almennar nevndir.

5. At avgjøld av ymiskum slag fáa tað heitið, sum tey hava uppiborið: Skattur. Hervið verður tað lættari at finna runt í avgjaldsjungluni.

6. At vit fáa ein skúlareform, tí okkara fólkaskúli riggar tíverri ikki nóg væl í løtuni, men við smærri broytinum kunnu vit venda gongdini.

7. At vit endurskoða útbúgvingarnar á Fróðskaparsetrinum, so at tær samsvara við útboð og eftirspurning.

Var hatta nokk ella ynskir tú fleiri dømi?

Nei, hatta var akkurát fyri, men hvørjar veljarar vænta tit at fáa í tykkara part?

Vit vænta at fáa fólk, sum ynska eina broyting í samfelagnum. Fólk, sum ikki kunnu identifisera seg við Sambandsflokkin, men samstundis síggja møguleikar í ríkisfelagsskapinum.

Í stuttum eru vit eitt alternativ til tann liberala sambandsveljarin, sum eisini sær tað sum eina sjálvfylgju, at vit vísa okkara fólki álit, at vit rudda upp í egnum landi og harvið gera tað liviligari fyri allar partar.

* Nýggi sambandsflokkurin er íspunnin og finst ikki í veruleikanum.