KÍ hevur gjørt sáttmála við ein av útlendsku leikarunum.
KÍ skrivar soleðis á síni heimasíðu:
Álopskendi miðvallarin úr Montenegro hevur í dag undirskriva nýggjan sáttmála við KÍ.
Boris Dosljak skifti til KÍ undan kappingarbyrjan í fjør og spælur nú sítt annað ár fyri KÍ. Í 2018 skeyt hann 5 mál í Betri Deildini.
Í ár valdi kona hansara saman við barni teirra at flyta til Føroya saman við Boris. Hettar hevur gjørt at hann trívist betur og tað sæst aftur á vøllinum. Hann hevur í ár skora 3 mál og lagt upp til 5 í 10 dystum í Betri Deildini.
Vit í KÍ eru tí glað fyri at Boris hevur valt at longt sáttmálan í tvey ár aftrat, so vit hava hann til 2021.



