ÍSF og Mielafelagie hava í dag undirskrivae avtalu, sum gevur Miðlafelagnum rætt at senda upptøkur frá lands-, steypa- og FM-kappingum
Partarnir hava í eina tíð tosað saman um møguleikarnir fyri eini avtalu, og í fyrsta umfari kemur hendan at fevna um heimasíðurnar www.portal.fo og www.sportal.fo, har Sosialurin og Føroya Tele hava samstarv um tíðindaflutningin. Soleiðis verður framyvir møguleilki at síggja video-klipp frá ítróttarhendingum og ítróttartíðindi annars á hesum heimasíðum.
Talan er í fyrsta umfari um royndarsáttmála, sum er galdandi til árslok 2006, og verður í hesum miðað eftir einum breiðum ítróttardekningi. Bæði landafrøðiliga og innan ymsu ítróttagreinarnar.
Heðin Mortensen, forseti í Ítróttasambandi Føroya, fegnast um nyggju avtaluna:
-Yvirskipaða ynskið hjá øllum ítróttagreinunum er at fáa so góðan dekning í fjølmielunum sum gjørligt. Internetið er blivið ein tann mest tyðandi miðilin seinnu árini, og tí er tað náttúrligt hjá ítróttinum at fara við í eitt samstarv, ið nytir teir møguleikar, sum internetið gevur okkum.
-Nyggja avtalan kemur eisini at bøta um møguleikarnar hjá føroyingum her heima og úti í heimi at síggja livandi myndir frá ítróttatiltøkum kring landið.
-Hjá okkum er talan um eitt náttúrligt stig á leiðini at víðka um virksemið hjá fyritøkuni. Tað verður framvegis siðvanda blaðframleieslan, sum verður kjarnuproduktie hjá okkum. Men miðlaheimurin er í eini støðugari menning, og í londunum kring okkum hava vit sæð alt fleiri miðlafyritøkur, sum við góðum úrslitum hava flutt seg yvir á aðrar miðlar enn teir siðvandu.
– So tað er við góðum hugi, at vit fara til verka, og ætlandi koma fyrstu klippini á portalin um góða viku, sigur Jonhard Hammer frá Miðlafelagnum.




