Av 20 umsøkjarum til starvið sum stjóri á Rúsuni, er Elsa Maria Holm Olsen sett í starvið.
Nýggjur stjóri settur á Rúsdrekkasøluni.
Elsa Maria Holm Olsen er sett í starv, sum stjóri á Rúsdrekkasølu Landsins. Elsa Maria Holm Olsen er 41 ára gomul, og hevur síðani 1997 verið deildarstjóri á Føroya Handilsskúla; fyrst á Kambsdali, og síðani í Havn. Frammanundan hevði hon í nøkur ár starvast sum undirvísari í Danmark.
Elsa Maria Holm Olsen tók við starvinum í gjár 17. oktober.
20 umsøkjarar vóru til starvið.
Vinnumálaráðið




