Harley
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nýggjur timburhandil í Saltangará

Tíðindaskriv

Nú byrjar STARK sítt virksemið í Føroyum.

Fyrsta føroyska deildin hjá stóra danska timburhandilinum STARK, letur nú upp i Saltangará

Endamálið hjá STARK Føroyar, er at veita kappingarførar prísir og tænastur til byggivinnuna í Føroyum.

STARK er ein tann størsti og elsti veitarin av byggitilfari í Danmark, og hava teir 90 timburhandlar í Danmark og i Grønlandi.

Í Grønlandi hevur STARK verið virkið í meira enn 20 ár, og í januar í ár opnaði tann sætti STARK timburhandilin har. Júst tær drúvu royndirnar innan veitan av byggitilfari v.m. til Grønlands, er nakað ið kundarnir hjá STARK Føroyar kunna fáa gleði av.

At leverða byggitilfar til Føroyar, er ikki nakað nýtt fyri STARK. Mangar føroyskar fyritøkur og privat persónar, hava í gjøgnum árini keypt byggitilfar o.a. heim til Føroya.

STARK Føroyar fer í fyrsta umfari, at miðsavna seg um beinleiðis veitingar til størri og miðal verkætlanir.

Tó at STARK Føroyar ikki enn hevur eina sølubúð, fara tey at hava nakað av byggitilfari, maskinum og amboðum á goymslu, og henda goymsla verður framhaldandi økt og tillaga eftir tørvi.

STARK Føroyar heldur til í Saltangará, men veitir byggitilfar til alt Føroyar.

So um tú ynskir eitt gott tilboð uppá tína verkætlan, ert tú vælkomin at ringja á 239900, ella senda ein teldupost á info@stark.fo