Mikudagin 15. nov. kl. 9:30 verður sáttmáli undirskrivaður við nýggja ungdómsvenjaran hjá KÍ.
Í samband við Visión 2009 arbeiðir KÍ miðvíst við at styrkja um venjara hópin.
Umframt Tony Paris og Eyðun Klakstein, sum standa á odda fyri Formuladeildini er avtala gjørd við nýggjan ungdómsvenjara og sáttmálin verður undirskrivaður á móttøku í Café KÍ mikumorgunin kl. 9:30.
KÍ leggur stóran dent á at menna sínar ungu leikarar. Nógv verður gjørt burtur úr venjingini av ungu leikarunum og í ár hevur KÍ eisini havt serliga venjing fyri úrvaldar ungar spælarar í felagnum. Hetta arbeiðið kemur at halda fram og arbeiðir felagið miðvíst við at samantvinna menningina av nýggjum talentum við besta liðið í felagnum.
Øll eru hjartaliga vælkomin at heilsa upp á nýggja ungdómsvenjaran hjá KÌ í morgin millum kl. 9:30 og 10:00 í Café KÍ.




