Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nýggjur veitari vil tryggja hægri pensjónir

Banknordik

Bíligari tryggingar og umsiting geva hægri pensjónir, sum er aðalmálið hjá NordikPensjón. Fyri hvørjar túsund krónur spardar í gjøldum fær ein uppsparari ígjøgnum eitt arbeiðslív áleið kr. 70.000 hægri pensjón.

Bíligari tryggingar og umsiting geva hægri pensjónir, sum er aðalmálið hjá NordikPensjón. Fyri hvørjar túsund krónur spardar í gjøldum fær ein uppsparari ígjøgnum eitt arbeiðslív áleið kr. 70.000 hægri pensjón.

BankNordik hevur stovnsett NordikPensjón, har aðalmálið er at veita eina hægri pensjón við lægri kostnaðum til tryggingar og umsiting. NordikPensjón vil fremja hetta við bíligari lívstryggingum og lægri umsitingarútreiðslum, soleiðis at meiri verður eftir til uppsparingina. Eisini vil uppspararin fáa møguleika fyri góðum avkasti á uppsparingini, tí BankNordik hevur drúgvar og væleydnaðar royndir við pensjónsrøkt. Og í mun til aðrar pensjónsveitarar vil NordikPensjón skilja seg út við at skapa fult gjøgnumskygni við eini pensjónsráðgeving, ið tekur støði í persónligu viðurskiftunum hjá tí einstaka uppspararanum.

Bíligari tryggingar geva størri uppsparing

Sum nakað heilt nýtt fer BankNordik nú undir at veita bólkatryggingar frá størsta danska veitar-anum, Forenede Gruppeliv. NordikPensjón brúkar á henda hátt stórrakstrarfyrimunir til at fremja eina munandi lækking av kostnaðunum fyri lívstryggingar knýttar at pensjónsuppsparingini. Við lækkaðu tryggingarkostnaðunum ber til at fáa bæði nøktandi tryggingar og eina munagóða pensjónsuppsparing.

“Við bíligari tryggingum og lægri umsitingarútreiðslum hevur bankin bestu fortreytirnar fyri at bjóða okkara viðskiftafólki eina munagóða heildarloysn í NordikPensjón” sigur Hans Peter Clementsen, leiðari í NordikPensjón. “Eitt nú fremja vit eina munandi príslækking á lívstryggingum, sum ger at uppsparingin blívur væl størri. Útrokningar vísa, at fyri hvørjar túsund krónur spardar upp á trygging og umsiting vil ein uppsparari ígjøgnum eitt arbeiðslív fáa kr. 70.000 hægri pensjónsuppsparing.”

Samstarv millum eftirlitini slóðar fyri loysn

Frá í gjár, mánadegnum 1. desember 2014, er nýggj samstarvsavtala galdandi millum Tryggingareftirlitið í Føroyum og Fíggjareftirlitið í Danmark, sum ger, at NordikPensjón kann veita munandi bíligari lívstryggingar á føroyska marknaðinum. Nýggja avtalan førir við sær, at danska Fíggjareftirlitið vegna føroyska Tryggingareftirlitið hevur eftirlit við donskum pensjónsfeløgum, sum eru virkin í Føroyum. Við nýggja samstarvinum millum myndugleikarnar í londunum báðum fáa føroyskir pensjónsuppspararar soleiðis ágóðan av stórrakstrarfyrimununum hjá stóru pensjónsfeløgunum.

“Tað er gleðiligt, at eftirlitismyndugleikarnir fáa samstarv í lag, soleiðis at vit kunnu bjóða bíligari lívstryggingar til føroyska pensjónsmarknaðin” sigur John Rajani, bankastjóri. “Vit hava í eina tíð arbeitt við eini betring av okkara tænastum innan pensjónsøkið, og við NordikPensjón hava vit gjørt samstarv við størsta danska veitaran av bólkatryggingum fyri at skaffa føroyska uppspararanum bestu prísirnar á tryggingum og harvið hægst møguliga pensjón.”

Hans Peter Clementsen er leiðari fyri NordikPensjón. Inntil fyri einum ári síðani starvaðist Hans Peter sum deildarleiðari fyri BankNordik í Klaksvík. Harumframt hevur Hans Peter áður verið leiðari fyri íløgudeild bankans og verið íløguráðgevi í nógv ár.