KÍ hevur funnið avloysaran fyri Marko Dusak.
Í gjár gjørdist greitt, at Marko Dusak fer av landinum og ikki spælir við KÍ aftur. KÍ hevur funnið avloysaran. Talan er um 32 ára gamla Predrag Pocuca frá Kroatia. Hann er 32 ára gamal, 1,87 metur høgur og spælir í miðverjuni. Seinastu tíðina hevur hann spælt í næstbestu deildini í Serbia.
Talan er um sáttmála fyri restina av 2018 og til og við kappingarárið 2019. Predrag kemur væntandi til Klaksvíkar týskvøldið, men verður væntandi ikki ikki tøkur til dystrnar í Europa League móti Zalgiris.



