Nú ber til at ferðast – fá hópin av SAS EuroBonus stigum hjá Elding
Nú ber til at ferðast – fá hópin av SAS EuroBonus stigum hjá Elding
Í dag byrjar Elding við nýggjum søluátaki, har tú nú kanst fáa hópin av EuroBonus stigum tá tú keypir í Elding. EuroBonus kortið er vælkent ímillum føroyingar, og nógvir føroyingar nýta hetta hvørja ferð ferðast verður uttanlanda.
Elding hevur í samstarvi við Elkjøp/Elgiganten ketuna gjørt avtalu við EuroBonus, ið tryggjar tær sum kunda í Elding allarbestu tænastuna, har tú nú ikki bert fært tað vøruna tú ynskir tær til lágprís, men harumframt hópin av EuroBonus stigum, sum tú kanst nýta til mangt ymiskt. Eitt nú til at gjalda næstu uttanlandaferð tína við.
– Vit fegnast um, at tað hevur eydnast okkum ígjøgnum limaskap okkara í størstu norðurlendsku elektronikk ketuni Elkjøp/Elgiganten, at kunna bjóða okkara kundum ókeypis EuroBonus stig, tá tú keypir í Elding. Tá talan er um elektronikk vørur er kappingin ógvuliga hørð og okkara vón er, at kundar okkara taka væl ímóti hesum nýggja møguleika, sigur Levi E. Winther, handilsstjóri í Elding.
EuroBonus stigini verða skrásett á kontuni longu 10 dagar eftir at tú hevur keypt og tá er longu klárt at bíleggja næstu uttanlandsferð tína.
EuroBonus er vælkent ímillum føroyingar, og hava útvið 10.000 føroyingar eitt slíkt kort.




