Harleywoodpaint
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nýtt fiskaslag funnið í føroyskum sjógvi

Helgi Abrahamsen

Magnus Heinason fekk á einum rannsóknartúri í september eitt fiskaslag, sum ikki áður er skrásett í føroyskum sjógvi.

Magnus Heinason fekk á einum rannsóknartúri í september eitt fiskaslag, sum ikki áður er skrásett í føroyskum sjógvi. Tað skrivar heimasíðan hjá Havstovuni í dag. Talan er um eitt slag av langasporli (Bathygadus sp.).

Hetta er triðja árið á rað, at tílíkar kanningar verða gjørdar, har endamálið er serliga at kanna brosmu, blálongu, gulllaks, stinglaks, langasporl, trantkongafisk og svartkalva. Skrásett verður longd, vekt, kyn og búningarstig, og haraftrat verða nytrur og magar tikin til nærri greiningar.

75 ymisk fiskasløg vóru skrásett á túrinum í ár.