icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nýtt føroyskt urmerki

Tíðindaskriv

Niels Lassen Arge, sum eigur Ravn Watches, hevur seinasta árið sniðgivið ur til harrar og damur, við íblástri frá eitt nú vindeygunum í Kirkjubøsmúrinum, klokkuni og loftinum í Havnar Kirkju.

Ravn watches, sum er fyrsta føroyska urmerkið, var á ur og smykkumessu í Stockholmi í fyrru helvt av september. Talan var um árligu altjóða messuna Precious, har ið fleiri enn 150 merkir vóru umboðað. Messan er serliga ætlað agentum, innkeyparum og handilsfólki, sum selja til handlar og handilsketur.

Luttøkan á messuni skapti stóran áhuga fyri føroyska urinum, og fleiri áhugaverd sambond blivu knýtt. Millum annað kom samband í lag við agentar, sum vístu ítøkiligan áhuga at umboða merkið í Norðurlondum.

Eftir eina góða messu, byrjar veruliga arbeiði nú við uppfylging av knýttu sambondunum, og at halda hesi við líka. Vónirnar eru góðar, og staðfestast kann at endamálið við messuluttøkuni er rokkið.

Niels Lassen Arge, eisini kendur frá Profil Optik í Miðlon, samstarvar við Nomi Andresen Arge og Hans Fróða Hansen um Ravn Watches.

Ravn Watches kemur á marknaðin í november, og tá verður skipað fyri serligum tiltaki í Nomi Smykkur og Ur í SMS.

Ravn Watches vil fegin takka Vinnuframa fyri fíggarligan stuðul og vælvild.

Meira kann lesast um Ravn Watches á www.ravnwatches.com og á www.facebook.com/RavnWatches .