Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nýtt frá KÍ: Jacob Bymar kemur mikudagin

(
John Færø)

Sum skilst, fer Bill Mc Leod Jacobsen í morgin, mikudagin, vestur á flogvøllin í Vágum at taka ímóti nýggjasta álopsleikaranum hjá KÍ, Jacob Bymar, sum tí væntandi verður við í venjingunum hjá besta liðnum, sum byrja aftur nú í vikuni.

Sum áður fráboðað er talan um 21 ára gamla danska álopsleikaran Jacob Bymar, sum higartil hevur verið partur av superligahópinum hjá Esbjerg. Jacob, ið verður mettur sum eitt stórtalent, hevur leikt íalt 22 dystir við donskum U-landsliðum.

Jacob Bymar er føddur og uppvaksin á Fanø og kennir tí til at búgva í einum lítlum lokalsamfelag.



Á heimasíðuni hjá EfB sigur felagið hetta um Jacob Bymar:
”Ung talentfuld angriber. Hurtig og uortodoks angriber, som spiller med gå-på-mod og en slagterhunds frækhed”.

Tá Bill Mc. Leod Jacobsen vandi Jacob Bymar, segði hann einaferð hetta um hann í eini leikskrá hjá Esbjerg:
”Fanden i voldsk spiller, som rykker hurtigt og sparker på alt”.



Aðrir lyklaupplýsingar um Jacob Bymar:
Føddur: 29.03.82
Hædd: 183 cm
Vekt: 73 kg
Leikpláss: Áleypari
Sáttmáli: Full tíð við EfB Elite í Esbjerg
Heimstað: Fanø
Dystir: 7 á EfB superligaliðnum í 2003
4 U-15 dystir, 9 U-16 dystir og 9 U-18 landsdystir fyri Danmark.



Jacob Bymar verður tøkur hjá KÍ, tá seinna hálva av landskappingini byrjar og eisini til Evropa-cup dystirnar hjá liðnum.