Harley
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Nýtt graslíkið í Sarpugerði

Jóhann Lützen

Arbeiði at skifta graslíkið á fótbólts vøllinum í Sarpugerði í Norðragøtu er byrja.

Byrja var í morgun at taka 9 ára gamla graslíki av. Arbeiði hevur gingið væl, og verður liðugt í dag.

Í komandi viku verður byrja at leggja nýggja graslíki á. Graslíki er av merkinum DOMO.

Vøllurin í Sarpugerði er fyrsti stóri fótbóltsvøllur í Føroyum við umhvørvis vinarligu Cork Natura fyllu.

Tað er Føroya Møblasøla sum umboðar DOMO Sportsgras í Føroyum.