Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Nýtt hondbóltsfelag á veg í Klaksvík

Jóhann Lützen

Leiðslurnar í Stjørnuni og Team Klaksvík ætlað at leggja feløgini saman til eitt nýtt felag og skipað í hesum sambandi fyri einum kunningarfundi mánadagin 17. mars

 

Á sínum vangum skriva Stjørnan og Team Klaksvík í felag:

 

Kunningarfundur um ætlanina um nýtt hondbóltsfelag í Klaksvík

Team Klaksvík og Stjørnan ætla at ganga nýggjar leiðir og menna hondbóltin meira í Norðoyggjum og ætla at leggja kvinnu og manshondbóltin saman og stovna eitt nýtt felag.

Vit bjóða tí øllum áhugaðum og limum til ein kunningarfund mánadagin 17.mars kl.19.00 í skúlastovunum KÍ høllini.

Feløgini leggja fram grundgevingar og ætlanir í framtíðini.

Møguleiki verur at seta spurningar til nevndarlimirnar.

Spurningar kunnu eisini sendast á teldupost teamklaksvik@teamklaksvik.fo ella info@stjornan.com

Við hondbóltskvøðu
Team Klaksvík og Stjørnan