Harley
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nýtt hondbóltsfelag sett á stovn í Klaksvík

John William Joensen

Fríðin Ziskason, er formaður í nýstovnaða felagnum sum eitur "Team Klaksvík"

Á seinasta stjørnarfundinum hjá ÍSF var nýggja hondbóltsfelagið í Klaksvík Team Klaksvík tikið upp sum límur í ítróttarfamiljuni og formaðurin í nýstovnaða felagnum sigur at felagið fer fyrst og fremst at skipa fyri manshondbólti.

Stjørnan vil ikki loyva monnum framat
Formaðurin í Team Klaksvík sigur at høvuðsorðsøkin til at teir fóru undir at stovna nýtt felag var at teir ikki sleppa at spæla hondbólt í Stjørnuni.

– Tað er eingin loyna at Stjørnan ikki hevur loyvt mannfólkahondbólti seinastu árini.

– Vit hava verið nakrir sum á hvørjum árið hava vant hondbólt, men tá tað so kemur til kappingar hevur leiðslan í Stjørnuni sagt at vit hava verið ov óseriøsir og tí hava teir á hvørjum árið tikið okkum úr kappingini.

– Men vit hava sett okkum fyri seriøst at reka mannfólkahondbólt og í løtuni royna vit at fáa venjingartímar í fimleikarhøllini tí eingin møguleiki tikist at vera at fáa tímar í KÍ høllini.

– Annars eru vit í ferð við at skrivað eitt tíðindaskriv har boða verður frá ætlanunum við felagnum, sigur Fríðin Ziskason, sum er formaður í nýstovnaða felagnum Team Klaksvík.
 
Felagið hevur eisini eina heimasíðu  www.team-klaksvik.com
 
Nevndin fyri nýggja felagið sær soleiðis út:
Fríðin Ziskason, formaður
Niclas Niclasen, kassameistari
Meinhard Joensen
Kristian Andreasen