Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nýtt info-sentur

John William Joensen

Tað er í kvøld, at 3d Myndil skipar fyri áhugaverdum fundi um nýggja info-sentrið. Framløgan verður í deildini hjá EIK í Klaksvík

Tað er í kvøld, at 3d Myndil skipar fyri áhugaverdum fundi í Klaksvík um nýggja info-sentrið. 

Øll við áhuga fyri ferða- og tænastuvinnu eru vælkomin. 

Tað eru Clement Christiansen og Niels Mellemgaard, sum hava ment nýggja info-sentrið. 

Við Info-Senter kann einhvør gerast heilt sjónligur á plássum, har nógv fólk savnast og tørva ella ynskja upplýsingar (t.d. á flogvøllinum, í farstøðini í Tórshavn, umborð á Norrønu, í Norðurlandahúsinum, í SMS, á fleiri kunningarstovum, og møguliga eisini í Reykjavík og Norðatlantsbryggjuni í Keypmannahavn). 

Talan er um framkomnar finger-touch skýggjar, har brúkarin skjótt og lætt fær atgongd til tænastur og møguleikar, sum finnast. 

Hartil verður øll skipanin eisini sjónlig á internetinum við egnari heimasíðu.
Presentatión av Info-Senter verður mánakvøldið 9. nov. kl. 19:30 í ovaru hæddini í Eik banka í Bøgøtu fyri øllum áhugaðum innan ferða- og tænastuvinnu í Norðuroyggjum.

Skrá:

Vælkomin
Gunnvá við Keldu, borgarstjóri

Hvussu royndist 2009 í ferða- og tænastuvinnu høpi?
Maiken Steenberg, leiðari á Kunningarstovuni

Kaffi og køkur

Nýggja info-skipanin, presentatión
Rani Nolsøe og 3D Myndil

Fundurin endar kl. 21:00. 

Hjartaliga vælkomin til ein áhugaverdan fund, har vit taka samanum og lýta frameftir.

Vegna 3D myndil
Clement Christiansen
Niels Mellemgaard
Rani Nolsøe