Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nýtt kurvabóltsfelag stovnað í Klaksvík

Jákup Ósá

Nú fara norðoyingar eisini at kappast í kurvabólti.

Nú fara norðoyingar eisini at kappast í kurvabólti.

Í løtuni eru trý feløg í kurvabólti í Føroyum. Tey eru Sporðdrekin og Hamar úr Havn og Ravnur av Toftum. Kappingin koyrir í nakrar mánaðir um veturin og í løtuni er bara kapping í bestu mansdeildini.

Hávur eitur nýggja felagið

Nýggja felagið í Klaksvík eitur Hávur og nevndin er longu skipað.

– Tað er vaksandi áhugi fyri kurvabólti í Føroyum og uttan at vita av hvørjum øðrum, vóru tað tvey fólk, ið høvdu vent sær til Klaksvíkar Kommunu fyri at fáa venjingartímar og kanna møguleikan at seta á stovn eitt felag. Fleiri norðoyingar hava vant við Ravni á Toftum, men nú fáa vit okkara egna felag at venja við. Tað verður fyri bæði vaksin og børn, kvinnur sum menn. Fyrstu tíðina skulu vit gera okkum nakrar royndir, men eftir summarfrítíðina í ár vænta vit, at felagið koyrir við fullari orku. Tá fara vit eisini at luttaka í landskappingini, siga stovnararnir við Norðlýsið. Hávur hevur eisini sett venjara til besta mansliðið, sum verður Rainer Laturpeirissa, meðan Erla Mirmansdóttir venur besta kvinnuliðið. Fyribils verður vant í fimleikahallunum, men arbeitt verður við at sleppa at venja í Badmintonhøllini eftir summarfrítíðina.

Nýggja nevndin hjá nýggja felagnum, Hávi, er mannað soleiðis:

Forkvinna: Erla Mirmansdóttir

Næstformaður: Petur Olsen

Skrivari: Áron Sofus Vest

Kassameistari: Jóhannes Klakk

Nevndarlimur: Anna Jónsveinsdóttir Simonsen

Tiltakslimur 1: Ísak Hansen

Tiltakslimur 2: Kirstin Unadóttir Staksá

Grannskoðari: Beinta Persdóttir Jacobsen

Venjari, menn: Rainer Laturpeirissa

Venjari, kvinnur: Erla Mirmansdóttir

Hjálparvenjari, kvinnur: Anna Jónsveinsdóttir Simonsen

Venjari, børn: Tey vaksnu skifta um at venja børnini (ein tíma um vikuna)