Harleywoodpaint
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nýtt lógaruppskot í tráð við Visión 2015

John William Joensen

Fíggjarmálaráðið svarar aftur uppá á oddagrein í Sosialinum

Lógaruppskotið um skrásetingargjald av bilum, sum landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur lagt fyri Tingið, er bæði í tráð við Visión 2015 og málið hjá ES um at harmonisera bilavgjøldini í øllum ES-londunum.

Hetta er týðandi at staðfesta, eftir eina oddagrein í Sosialinum 27. november 2007.

Yvirskriftin á oddagreinini í Sosialinum var: “Fíggjarmálaráðið gongur ímóti Visión 2015”. Hesa yvirskriftina grundar oddagreinsskrivarin á, at í nýggja lógaruppskotium um skrásetingargjald fer tað ikki at bera til at flyta inn bilar sum flytigóðs.

Oddagreinsskrivarin hevur helst ikki sett seg nóg væl inn í Visión 2015 og nýggja lógaruppskotið um skrásetingargjald, tí tað er fult í tráð við Visión 2015-ætlanina, at tað ikki longur fer at bera til at flyta bilar inn í landið sum flytigóðs.

Hetta fer nevnuliga at tippa eitt hol í galdandi lóg, ið summi kunnu gera sær dælt av. Í flestu londunum uttan um okkum og í ES er tað soleiðis, at ein persónur fær avgjøld afturgoldin, um persónurin flytir av landinum við bili sínum. Persónurin skal síðan gjalda skrásetingargjald í tí landinum hann flytir til og skrásetur bilin.

Soleiðis verða ásetingarnar eisini í nýggja føroyska lógaruppskotinum um skrásetingargjald. Tey, sum flyta av landinum fáa skrásetingargjald afturgoldið, meðan allir bilar, ið verða fluttir inn í landið, verða viðgjørdir eins. Tað merkir, at teir skulu rinda skrásetingargjald, tá bilarnir verða skráettir í Føroyum.

Í dag gera summi sær dælt av, at tað ber til at flyta bilar inn í landið sum flytigóðs. Hesir persónar flyta dýrar bilar inn í landið avgjaldsfrítt sum flytigóðs og kunnu vinna fleiri hundrað túsund krónur við at selja bilarnar aftur í Føroyum til føroyskan marknaðarprís.

Hetta er avgjørt ikki í tráð við Visón 2015, har eitt av málinum er, at skatta- og avgjaldslógin verður líka fyri øll og ikki gevur serrættindi til ávísar persónar ella samfelagsbólkar.

Nýggja lógaruppskotið um skrásetingargjald er tí bæði í tráð við Visión 2015 og og málið hjá ES um at harmonisera bilavgjøldini í øllum ES-londunum.

Argir 28. november 2007

Fíggjarmálaráðið