Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nýtt mentanartiltak í Reinsaríinum

tidindaskriv

Hóskvøldið 16. apríl kl. 20 verður farið undir nýtt tiltak “Orð og tónar” á Reinsaríinum. Hetta er nýtt mentanartiltak, ið Reinsaríið og Sprotin skipa fyri í felag.

Orð og tónar – tíðindabrævMánadagur, 13 apríl 2015

Hóskvøldið 16. apríl kl. 20 verður farið undir nýtt tiltak “Orð og tónar” á Reinsaríinum. Hetta er nýtt mentanartiltak, ið Reinsaríið og Sprotin skipa fyri í felag.

Orð og tónar er eitt ókeypis tiltak og verður eitt hóskvøld um miðjan mánaðin frá kl. 20:00 til á leið 22:00. Endamálið er at uppliva, njóta og skifta orð um bókmentir, tónleik og aðra mentan saman. Tað, ið sereyðkennir hetta tiltakið, er, at ymsar mentanargreinar verða tvinnaðar saman, so sum bókmentir, leiklist og tónleikur.

Ætlanin er at hava tiltakið í apríl, mai og juni í fyrsta umfarið, sum er ein royndartíð. Eftir ein summarsteðg, er ætlanin at byrja aftur í september og hildið verður á til í juni 2016.

Fyrsta Orð og tónar verður nú hósdagin, 16. apríl, kl. 20. Skráin er henda:

20:00 Eitt sindur um Orð og tónar

Poul F. Guttesen

20:15 Nakrar yndis yrkingar:

Ein samrøða við Oddfríða M. Rasmussen

20:35 ”Sangir við strendur gráa havs”

Brot úr nýtýddum leiki: Súsanna Tórgarð, Beinta Clothier og Allan Dalsgarð framføra

20:50 Morgun og kvøld

Ein brellbiti um skaldsøgu, ið verður viðgjørd í Orð og tónum í mai – Jonhard Mikkelsen

21:00 ”Sangir við strendur gráa havs”

Brot úr nýtýddum leiki: Súsanna Tórgarð, Beinta Clothier og Allan Dalsgarð framføra

21:15 Marius Ziska

Marius Ziska, ið fyri stuttum gav fløguna Home út, spælir nakrar av sínum bestu.

Kaffi, vín og øl er til keyps at hava afturvið.

Eisini ber til at ogna sær bøkur o.a. fyri serprís.

Fleiri upplýsingar fáast hjá Poul F. Guttesen, poul@sprotin. fo ella á tel. 21 37 20.