Nú kemur Sisu Null á marknaðin. Sisu Null hevur tann sama eyðkenda Sisu-smakkin, bara uttan sukur.
Nú kemur Sisu Null á marknaðin. Sisu Null hevur tann sama eyðkenda Sisu-smakkin, bara uttan sukur.
Sisu hevur líka síðan byrjanina verið sera væl móttikið millum føroyingar; tó hava nógv saknað eina Sisu uttan sukur og kaloriur. Føroya Bjór hevur í langa tíð arbeitt við at menna smakkin á Sisu Null, og í hesum døgum kemur hon endiliga á marknaðin.
Vit hava valt navnið Sisu Null, tí drykkurin inniheldur:
–Null sukur
–Null kaloriur
–Null fiti
–Null litevni
Sisu Null hevur sama góða smakkin sum klassikarin, ein frískligan sitrónsmakk, sum eingin onnur sodavatn.
Sisu Null fæst at byrja við 0,5 ltr. PET fløsku á krt 24 stk.
Sisu er óivað best umtókti ítróttardrykkurin í Føroyum og fæst til sølu frá viku 28.




