Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nýtt Sjálvstýri verður møguliga størsti flokkur í Klaksvík

Jákup Ósá

Jógvan Skorheim næstan 700 atkvøður.

Tað meta mong, sum hava hugt eftir borðunum hjá flokkunum. Jógvan Skorheim sær út til at kunna seta met í persónligum atkvøðum í kvøld. Men tað tykist vera tætt millum Fólkaflokkin og Nýtt Sjálvstýri. Sambandsflokkurin er liðugt upptaldur áðrenn brævatkvøður og hann fekk 132 atkvøður, sum ikki er nokk til at fáa nakað umboð. 

Dagført: Jógvan Skorheim fær 657 atkvøður áðrenn brævatkvøðurnar og tær 131 á smærru plássunum. Nýtt Sjálvstýri verður møguliga størsti flokkur. Beinir Johannesen verður stjørnuskotið í Fólkaflokkinum við einum framúr góðum vali. Hann sær út til at hava góðan møguleika at koma inn.