Sum kreativur partur av námsferð hjá 5. A og 5. B í skúlanum á Ziskatrøð varð ein sangur innspældur og gjørdur til sjónbandalag. Lagið eitur Tær rópa kom.
Tað eru næmingar úr báðum flokkunum, sum sjálvbodnir hava bjóðað seg fram til at syngja solo í versunum, ímeðan øll børnini stemma í í niðurløgunum.
Tað er fólkakæri Zacharias Hammer, sum hegnisliga hevur tikið myndirnar við sínum nýggja HD kamera og Erik hevur klipt (við góðum ráðum frá Zachariasi, Steintór og Olavur Wolles). Steintór Rasmussen hevur gjørt orð og lag. Erik Biskopstø hevur framleitt og ljóðblandað lagið. Ingi Isaksen og Erik Biskopstø spæla ljóðførini.
Lagið kann nú síggjast á Youtube her




