Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Nýtt staklag frá Jógvan Andrias

Jóhann Lützen

Nýggja staklagið ‘Egin slóð’ hjá Jógvan Andrias  var 22.apríl lagt út á allar alnót-tónleikapallar sum Tutl samstarvar við.

 

Egin slóð – Orð og lag Jógvan Andrias

Upptøka í upptøkuhølinum hjá Finnur Hansen við Svalbardsveg og í upptøkuhølinum hjá Una R. Debess við Íslandsveg í tíðarskeiðnum 09.01.-12.03.2023.

Framleitt, ljóðblanda og frumbanda hevur Uni R. Debess.

 

Tónleikarar

  • Jógvan Andrias, sang
  • Edvard Nyholm Debess bas, sang, arr. røddir
  • James Philip Goodwin slagverk
  • Finnur Hansen klaver, melodica og celeste
  • Uni Debess, gittar og banjo

 

Myndamaður: Gwenaël Akira Helmsdal Carré                                                                                                          

 

Útgáva apríl 2023, Tutl.

 

 

Jógvan Andrias

Jógvan Andrias er yrkjari, lagsmiður og sangari úr Klaksvík.

 

Eftir at Jógvan Andrias tók eitt tónleikaskeið á vísilinjuni á norðurlendska háskúlanum í Kungalv í Svøríki í 1987, fór hann í álvara undir at skriva egnar sangir.

Í 1991 var sangurin ‘Ljós í Myrkri’ við á Amnesty tónar.

Í 1999 kom fyrsta fløga hansara Soleiðis Saman. Í 2009 hevði hann lagið Leikum Fagurt við á útgávu hjá Bláu Bylgju.

Síðani hevur hann latið úr hondum 3 stakløg: Sólarhvarv, 2017, Sóljuprinsessa, 2021, og Egin slóð, 2023.