Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nýtt stýri er valt til Listasavn Føroya

John William Joensen

Nýtt stýri er valt til Listasavn Føroya fyri tíðarskeiðið:
1. apríl 2009 til 31. mars 2013:

Skipanin:
Listasavn Føroya er sjálvognarstovnur, og stýrið er mannað við fýra limum, ið umboða Føroya Landsstýri (formaðurin), Listafelag Føroya, Føroysk Myndlistafólk og Tórshavnar Kommunu.

Stýrislimirnir, sum eru valdir fyri komandi 4 ára skeiðið, eru:

Mentamálaráðið hevur valt av nýggjum:
Martin Næs sum formann í stýrinum og Kristionnu Sjóvará sum varalim
Fráfarandi stýrislimirnir, sum sótu fyri Mentamálaráðið farna skeiðið, eru Jógvan Páll Lassen, sum var formaður, og Einar Waag, sum var varalimur.

Listafelag Føroya hevur endurvalt:
Árna Winther sum stýrislim og Julionnu Klett sum varalim.

Føroysk Myndlistafólk hava endurvalt:
Sigrun Gunnarsdóttir Niclasen sum stýrislim og Astri Luihn sum varalim.

Tórshavnar Kommuna hevur valt av nýggjum:
Jógvan Arge sum stýrislim og Mariu Hammer Olsen sum varalim.
Fráfarandi stýrislimirnir, sum sótu fyri Tórshavnar Kommunu farna skeiðið, eru Hildur Eyðunsdóttir og Katrin Dahl, sum var varalimur.

Vinaliga
Listasavn Føroya

Harleywoodpaint