Ímorgun lat nýggi handilin INN upp úti í Klaksvík. Tá vit vitjaðu um 11.30 tíðina var stúgvandi fult av fólki.
Álvur Klakk og Jaspur báðir hava havt úr at gjørt seinastu dagarnar, og í nátt hava teir als ikki verið í song. Vit løgdu merki til, at køin við kassan var sera long og spurdu okkum fyri hví so var, og fingu at vita, at hetta komst av ókenskapi við telduskipanina og afturat tí kom, at trupulleikar hava verið við prísmerkingini, men at hetta eru smávegis trupulleikar, sum vera loystir.
Ein orsøk er eisini, sigur Álvur Klakk, at so ótrúliga nógv fólk hava vitjað inn á gólvið ídag, nógv meira enn vit høvdu væntað, so vit eru tikin eitt sindur á bóli, hóast vit sjálvandi fegnast um nógvu vitjaninar. Kaffi og køkur eru at fáa at stytta sær stundir við, um bíðitíðin tykist ov long.
Vit fara at ynskja nýggja handlinum tillukku.




