Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nýtt tiltak í Klaksvíkar svimjihøll

Norðlýsið

Fyri jól var byrjað við kvinnusvimjing, og tykist tað longu nú at hava verið fleiri kvinnum til gleði.

Tiltakið var ætlað, sum ein roynd at skapa nýggjar møguleikar hjá kvinnum at koma saman at hugna sær, samstundis sum tær kundu íðka, og koma í form við svimjing, ið er besta rørslan sum likamið far venjing við. Tað er Helga Johannsen, ið er útlærd fysioterapeut, sum hevur tikið sær av kvinnusvimjingini fyribils. Hon hevur saman við kvinnunum havt vatnfimleik, sum helst ikki er roynt áður í svimjihøllini. Hetta er ein nýggjur íðkingarháttur, sum vit ikki kenna so nógv til í Føroyum, men sum vit síggja mestsum í hvørjum landi nærhendis okkum. Vatnfimleikur hevur tað við sær, at tú er vektleysur í vatninum, og at rørslurnar gerast ikki yvirbelastandi, men eru góðar fyri alt likami. Um tú venur í 20 minuttir í vatni, svarar tað til einar 45 minuttir á landi. Hendan venjing er bæði fyri yngri og eldri. Ætlanin er at hava møguleikan opnan fyri venjing, um ein ynskir tað. Men tað er upptil ein og hvønn, hvussu viðkomandi nýtir tíðina í høllini. Møguleiki er sjálvandi eisini fyri at fáa ein heitan túr í sauna eftir venjing ella fáa sær eitt lítið kaffiprát. Svimjihøllin ynskir at stuðla øllum teimum, sum ynskja at koma í form, og sum trúliga ganga túrar út eftir Oyravegnum, niðan á Háls ella norður eftir Ánarvegnum osfr., við at hava hendan møguleikan opnan. Ein gongutúrur við einum svimjitúri aftaná er ein sera góð samanseting. Svimjihøllin verður í løtuni umbygd, og spennandi verður at síggja hvat meiri hon hevur at bjóða, tá ið vatnlandið o.a verður tikið í nýtslu um heilt stutta tíð.