Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nýútbúgvin kunnu frá 1. januar taka A-stuðulin við til Føroya

John William Joensen

Fólk, sum eru útbúgvin á donskum lærustovni, sleppa beinleiðis í danskan A-kassa. Tey hava eisini kunnað farið til onnur ØES og ES-lond við hesum fíggjarstyrki í tríggjar mánaðir – men eru tey farin til Føroya, hava tey mist stuðulin.

Hetta hevur gjørt, at nógvir føroyingar ikki eru farnir til Føroya at leita sær starv, tí hevur teir hvørki kunnað verði í danska A-kassanum ella í ALS.

Millum yvirskipaðu málini hjá Javnaðarflokkinum á Fólkatingi er at gera tað smidligari hjá føroyingum at koma heim eftir loknan lestur, og ein partur av hesum er at beina burtur marknaðforðingar, sum eru millum Danmark og Føroyar.

Og 1. januar kemur broytingin, sum eru fingin í lag eftir gott samstarv millum fleiri partar. Vinnumálaráðið fer í næstum formliga at gera avtaluna við danskar mynudugleikar, og frá 1. januar 2015 kunnu føroyingar koma til Føroya í tríggjar mánaðir uttan at verða koyrdir úr danska A-kassanum.

Vinaliga

Joan Ólavsdóttir

Politiskur ráðgevi

Javnaðarflokkurin á Fólkatingi