Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nývaldi franski forsetin heilsar Bush

John William Joensen

Konservativa forsetavalevnið, Nicolas Sarkozy, vann franska forsetavalið og hetta kemur at merkja eina høgravending í uttanríkispolitikkinum hjá Frankarríkið

Í dag vann konservativa valevnið Nicolas Sarkozy, franska forsetavalið og verður komandi fimm árini franskur forseti.

– Forseti fraklands eigur at elska og virða allar fransmenn, segði hann í røðu síni fyri viðhaldsfólkunum stutt eftir at valúrslitið vísti at hann hevði fingið 52 prosent av atkvøðunum.
– Franska fólki vil hava broyting. Eg fari at fremja hesa broyting, tí tað er tað sum eg eri valdur til.
Hann hevði eisini eina serliga heilsan til amerikanska forsetan George Bush.
– Eg vil heilsað mínum amerikansku vinum, og undirstrikað at tit kunnu roknað við okkara vinlagið!
– Frankarríkið fer altíð standa øksl við øksl við okkara amerikansku vinir!

Nývaldi franski forsetin minti eisini á at vinir hugsa ikki altíð eins, og heitti á amerikanska forsetan um at ganga á odda í umhvørvisspurningum.

Bush fegnast
Stutt eftir valúrslitið var alment, ringdi amerikanski forsetin, George W. Bush, til nývalda franska forsetan og ynskti honum tillukku.
Franskir politiskir viðmerkjarar siga at nýggi franski forsetin og amerikanski forsetin eru ikki langt frá hvørjum øðrum politiskt.