Harleywoodpaint
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ó-blaðið: Mannfólk eru mest á Tinder

Hanus Samró

Í nýggja Ó-blaðnum, ið júst er komið út, er ein vísindalia kanning av Tinder nýtsluni hjá ungum í Føroyum. Meinar Ortind og Dávur í Dali, ið eru útbúnir ávikavist cand. scient. med. frá Aalborg Universiteti og b.sc. í sálarfrøði frá Háskóli Íslands, hava gjørt kanningina.

Kanningin vísir í stuttum, at 17,5% av øllum føroyingum búsitandi í Føroyum, í aldrinum 18 til 30 ár, eru á Tinder. Til samanbering kann sigast, at bara 11,1% av føroyingum í sama aldusbólki eru gift. Sostatt er tað meiri vanligt í aldursbólkinum at vera á Tinder, enn at vera giftur.

Í teimum yngru aldursbólkum (18-21 ár) eru yvir 20% av føroyingum búsitandi í Føroyum á Tinder.

Kanningin vísir eisini, at konufólkini hava fleiri at velja í millum á Tinder samanborið við mannfólkini. Fyri hvørt konufólk á Tinder eru 2,58 manfólk.

Teir funnu tilsamans 377 konufólk og 972 mannfólk í aldrinum 18 til 30 ár. 

Tey flestu ungu hava ella kenna til appina Tinder. Um ikki, kann stutt sigast, at talan er um eina dating app, har tú á telefonini kann finna tær ein maka. Tinder varð sett á stovn í 2012. Í dag eru út við 50 milliónir brúkarar skrásettir kring heimin.