So nógv royna at sníkja seg ígjøgnum Norðoyatunnilin og órógva harvið arbeiði, at vakt nú er sett inni í tunnlinum.
Frá NCC verður sagt, at teir seinastu dagarnar hava havt sera stórar trupulleikar av at fólk royna at sníkja seg ígjøgnum Norðoyatunnilin, og tí hava teir nú sett fólk frá Ansni at kanna allar bilar, ið fara ígjøgnum.
Tað er vandamikið hjá fólki at koyra ígjøgnum Norðoyatunnilin, hetta er eitt arbeiðispláss og nógv arbeiðistól eru í tunnlinum og ikki minst er tað vandamikið fyri starvsfólk okkara um frammandir bilar órógva.
Vit hava tí gjørt av, at seta vakt í tunnlinum og øll sum vera tikin frætta frá politinum, verður sagt.




