Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ocean Group Faroes keypt frystitrolara

Oliver Joensen

Ocean Group í Hósvik hevur júst keypt frystitrolara úr Suðurkorea. Hann skal fiska hestamakrel og pelagiskan fisk við vesturafrika.

 
 
 
 
Ocean Group Faroes Ltd keypir frystitrolara
 
Ocean Group Faroes Ltd hevur í dag keypt frystitrolara í Suðurkorea. Skipið, ið hevur fingið navnið Athena, er bygt í Spania í 1992. Tað er 105m langt, 20m breitt, hevur 8050HK Wartsila motor og lastar 2800 tons av frystum fiski. Frystiorkan er góð 220 tons um døgnið.  Til høvuðsmotorarnar verður IFO 180 tungolja nýtt, og vanlig gassolja til ljósmotoranar. Í skipinum eru 150 koyggjur.
 
Eftir umvælingar í Singapore og Spanien, um hálvan mars 2006, fer skipið  til fiskiskap í Vesturafrika, eini 100 mans verða við skipinum yvirmennirnir verða føroyingar og íslendingar. Ætlanin er, at fiska heystamakrel og annan pelagiskan fisk við flótitroli.
 
P/f Ocean Group Faroes Ltd, ið er eitt nýstovnað partafelag, er skrásett i Hósvík.  Skipið er skrásett í Sandavági.
 
Eigarnir av felagnum eru feløg úr Føroyum  og nakrir einstaklingar úr Føroyum og Íslandi. Skipari á fyrsta túri verður Elias Christophersen úr Sandavági, sum eisini er ein av partaeigarunum. Eisini hevur íløgufelagið Royndin sett pening í verkætlanina. 
 
Fíggingin, ið øll er fingin til vega í Føroyum, er frá Føroya Realkredittstovni,  Føroya Sparikassa. Samlaða verkætlanin verður slakar 140 mill kronur.
 
 
Ocean Group Faroes Ltd
Bryggjan 5.Hósvík.

Harleywoodpaint