Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ocean Princess í Norðhavnini

John William Joensen

Veðrið er ikki av tí besta í dag, nú ferðafólkaskipið Ocean Princess vitjar.

Ocean Princess kom Kl. 07.40 í morgun og liggur til Kl.17.00. 700 Ferðafólk eru við. Uml. 300 amerikanarar. Restin er blandað. Skipið fer víðari til Akureyri, aftaná fráferð úr Klaksvík.

Í morgun kom ferðamannaskipið Ocean Princess á Klaksvík.

Talið av ferðandi er 653, har størsti partur eru amerikumenn, ið sostatt kunnu hátíðarhalda sín tjóðardag í Klaksvík í dag.

Býurin hevur gjørt seg út, eins og við hinum vitjanunum, og tí er gjørligt hjá hesum cruisegestunum at uppliva ymiskt, so sum

– Útferðir við buss ella taxa

– Savnsvitjan

– Christianskirkjuna

– Innandura marknað

– Kaffistovur og matstøð

– Internet o.a.

Flestu gestirnir spyrja eftir onkrum serligum føroyskum, og fáa tey høvið at keypa heimavirkaðar lutir á innandura marknaðinum, sum í ár heldur til í Skálanum. Hesi hugnaligu og góðu høli, eru sjálvsagt eina vitjan verd. Nógvir føroyingar leita sær eisini til Klaksvíkar hesar dagar, fyri at uppliva tað ið býurin og fólkið her á staðnum hevur at bjóða, og hetta merkist í býarmyndini.