Ein norsk dygg telduskipan – OCS Premaster – sum er ein viðlíkahaldsskipan og heldur neyvt skil á eykalutagoymslum, provianteringum, manningarlistum o.ø., er eitt nú seld nýggjastu føroysku skipunum
Seinnu árini er føroyska sjóvinnan farin inn í tøkniliga heimin við miklari ferð, bæði í fiskivinnu, farmasigling og ikki minst í offshore-vinnuni.
Tíðin er peningur, nógvur peningur. Ov stórar goymslur umborð á skipum bæði í mati og í eykalutum verða stýrd við nýmótans tøkni. Hetta verður gjørt fyri eitt nú at spara pening. At manningar hava so ódýrar ferðarkostnaðir og koma so skjótt og lætt til og frá skipi, er alt meiri umráðandi.
Privata vinnan er noydd at hyggja alt eftir í kantunum fyri at vera kappingarfør. Kappingarføri og kostnaðurin økist og vinningurin til konsolidering skal liggja eftir, tí bæði nýíløgur og rakstrarkostnaður økist í stórum.
Eisini føroysk skip
Ein norsk dygg telduskipan – OCS Premaster – sum KBI í Klaksvík umboðar, sum er seld til føroysk skip hevur verið dagførd seinastu mongu árini, og liggur nú millum fremstu telduskipanir í heiminum. Talið á skipum, sum í ymiskum londum brúka skipanina, liggur omanfyri 1000. Eitt nú brúkar Royal Greenland hana eisini.
Henda skipan, sum bæði er ein vilíkahaldsskipan, verður brúkt til at halda neyvt skil á eykalutagoymslum umborð, verður eisini nýtt til provianteringar, manningarlistar og so mangt annað.
Skipanin fevnir um fleiri lyklamodul, sum føroyska umboðið kann greiða meiri gjølla frá.
Fyri at fáa meiri at vita um hesa serstøku telduskipan, eigur at verða farið inn á www.kbi.fo




