Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Óð kúgv mundi gjørt enda á Leon

Jákup Ósá

Seinasta fríggjadag var um reppið, at Leon Sólheyg ikki livdi dagin av.

Seinasta fríggjadag var um reppið, at Leon Sólheyg ikki livdi dagin av. Tað skrivar dimma.fo
Saman við øðrum var hann í holt við at taka fýra kýr úr einum bili, sum hevði koyrt tær norður á garðin Frammi í Dal í Kollafirði, har hann arbeiðir sum húskallur.

Hann fekk ein ordans umgang frá kúnni, sum slongdi hann í svørðin og í ánna. Ta einu løtuna var støðan heilt kritisk, tí kúgvin gekk omanyvir honum, men trakkaði tíbetur ikki á hann. Gjørdi hon tað, spann ikki í honum. Ein av makkarunum hjá honum ripaði eina jarnstong í skallan á kúnni, og tað fekk hana at steðga so mikið á, at teir fingu drigið Leon Sólheyg burturfrá.

Hann slapp frá hendingini við brotnum beini, pínu í kroppinum og nógvum bláum merkjum, skrivar dimma.fo m.a. á síni heimasíðu. 

Harleywoodpaint