Harley
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Oddagrein: Vinarligari heilsupolitikk

John William Joensen

Hvar, hvussu og hvørjar møguleikar og umstøður barnakonur skulu hava, tá tær skulu føða, eru sjálvandi spurningar, ið javnan vera viðgjørdir í framkomnum londum. Her heima á landi tykist fremsta serfrøðin hava merkiliga trongskygdar meiningar og lokalpatriotiskar holdningar í mun til serfrøðina í øðrum londum, tá hon, sum sagt verður, av heilsuligum orsøkum mælir politikarum til at niðurleggja føðideildir úti um landið fyri at sentraliserað prosessina á einari “Føðistovu Landsins”, fyri at tryggja móður og barni á hesari vandaferð. Mangt bendir á, at óttin er yvirdrivin, kanska eisini óneyðugur, og at heilt annað motiv er til alla orkuna, ið løgd verður fyri dagin í hesum máli, har føroyskar kvinnur, fyriuttan at føða heima, eisini í mong ár hava havt trý vælvirkandi lokal sjúkrahús í at velja. Flestu føroyingar hava verið væl nøgdir við úrslitið seinastu mongu árini.

Tað er eingin loyna, at ávís “viðkvom” politisk mál verða tagd burtur í okkara obligatoriska, men kostnaðartunga landsmiðli, KvF. Kortini ber til at fylgja við gongdini í grannalondunum. Í Danmark er eitt nú rákið heilt øðrvísi enn hjá okkum. Har liggur ynski um at veita borgarunum nógv og fjølbroytt tilboð politikarum fremst í huga. Barnakonur á Sælandi fáa nú møguleika fyri ókeypis at føða á privatum føðiklinikkum.

Í fjør opnaði landsins fyrsta privata føðiklinikk í Slagelse, har útivið hundrað kvinnur valdu at føða síni børn. Tann sólskynssøgan verður nú víðkað við tveimum nýggjum føðiklinikkum, í Holbæk og í Roskilde. Hetta er alt í samstarvi við región Sæland. Danir vilja frá politiskari síðu geva barnakonum ein alternativan møguleika millum at føða heima og at føða á sjúkrahúsi. Sagt verður, at tilboði er so vælumtókt, at fleiri kvinnur úr høvuðsstaðnum, Keypmannahavn, siga seg vera til reiðar at koyra heilt til Slagelse fyri at føða barn sítt í einum hugnaligari og friðarligari umhvørvi. Fólk væntað tí, at næsta privata klinikkin, har kvinnur kunnu føða ókeypis, verður bygd í Keypmannahavn, men hetta er sjálvandi ein politiskur spurningur.

Í Suðri mótmæltu fólk, at føðideildin á sjúkrahúsinum varð niðurløgd, og fingu at enda lutvíst viðhald frá myndugleikunum, tó so, at har trupulleikar eru væntandi, skal konan til Havnar at føða. Verri gekst her hjá okkum, har politiski viljin, mest líkur harðrendum sparitiltaki, varð trýstur ígjøgnum.

Úrslitið er við hvørt syndarligt: Dømir eru um børn, fødd inn í heimin uttan serkøna hjálp í onkrum hissini akfari, á onkrum tilvildarligum wc, ella enntá framvið landsvegnum, á onkrum almennum víkiplássi. Eingin myndugleiki sýnist sinnaður at taka ábyrgdina av hesum tilburðum. Hinvegin er umráðandi at fáa tey nýføddu við í burðarhagtølini. Onkur vil vera við, at tey eru tald við og bókað undir Landssjúkrahúsinum, sum hevur flestu barnsburðir landsins.