Harley
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Oddaliðið í 1.deild spælir í Klaksvík eftir kappróðurin

Jákup Ósá

Leygarkvøldið á Norðoyastevnu verður møguleiki at síggja næstbesta liðið hjá KÍ, sum fyrstu 12 umførini bara hevur sett stig til í eina dystinum.

Eftir kappróðurin Norðoyastevnuaftan tekur KÍ ímóti Víkingi í 1.deild. Víkingur endaði á 2. plássi í fjør, meðan KÍ endaði á 3. plássi. Sostatt gjørdu hesi bæði liðini, at bara eitt lið kundi flyta upp. Í ár er KÍ blivið sterkari og Víkingur veikari. KÍ er klárt á odda við 34 stigum fyri 12 dystir, meðan Víkingur á 6. plássi hevur 16 stig fyri 12 dystir. KÍ er 8 stig frammanfyri NSÍ á 2. plássi og heili 9 og 11 stig frammanfyri B68 og ÍF, sum eru favorittarnir at flyta upp.

Á KÍ liðnum hava vit sæð nógvar leikarar við royndum úr bestu deildini. Í málinum er sum oftast antin Kristian Joensen ella Meinhardt P. Joensen. Í verjuni hava m.a. Henry Heinesen, David Langgaard og Ólavur Niclassen spælt. Á miðvøllinum og í álopinum hava leikarar sum Hjalgrím Elttør, Tórur Justesen, Jóhan W. Høgnesen, Óli Ey. Poulsen, Aksel B. Danielsen og Kristoffur Jakobsen spælt. Og leygarkvøldið kunnu vit vænta at síggja fleiri av hesum á KÍ liðnum.

Dysturin leygarkvøldið byrjar kl. 18.30 og atgongumerkið kostar 80 krónur. Undir dystinum verður møguleiki at keypa kaffi o.a.