Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Oddbjørn heldur mest sannlíkt fram

Jákup Ósá

AB hevur ikki kunngjørt, hvør verður venjari í 2015, men nógv bendur á, at núverandi venjarin heldur fram.

AB hevur ikki kunngjørt, hvør verður venjari í 2015, men nógv bendur á, at núverandi venjarin heldur fram.

Oddbjørn Joensen tók yvir effoliðið hjá AB eftir, at Bill M. Jacobsen og AB skiltust fyrr í ár. AB hevur nærum alt kappingarárið ligið á 8. plássi, tó at liðið onkrar løtur hava verið hótt av niðurflyting. Sjúrður Olsen, formaður í FC Argir, vil ikki siga nakað um, hvør verður venjari næsta ár. Men hann staðfestir, at teir eru nøgdir við Oddbjørn og at tað er ein møguleiki, at Oddbjørn verður venjari eisini í 2015.

AB hevur seinastu vikurnar gjørt nógvar sáttmálar soleiðis, at ein stórur partur av hópinum er komin uppá pláss. Mest sannlíkt verður núverandi KÍ leikarin Álvur Christiansen ein av leikarunum, sum AB fer at styrkja seg við, veit blaðið hjá Norðlýsinum at siga í dag.