Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Oddbjørn Joensen tekur yvir í KÍ

Jákup Ósá

Oddbjørn Joensen skal verða venjari hjá KÍ eftir summarfrítíðina.

Oddbjørn Joensen skal verða venjari hjá KÍ eftir summarfrítíðina.

Hjá KÍ kvinnunum hevur eingin verið venjari í ár. Men nú tekur Oddbjørn Joensen yvir hjá liðnum til Champions League dystirnar, váttar Heri Ellingsgaard, ið er umboðsmaður fyri KÍ kvinnurnar. Talan er um eina avtalu, ið er galdandi fyri Champions League dystirnar í august mánaða, tá KÍ skal til Kypros at spæla bólkaspæl. Mótstøðuliðini eru Apollon Limassol LFC (Kypros), Stjarnan (Ísland) og Hibernians FC (Malta).

Oddbjørn Joensen hevur fyrr í ár verið venjari hjá Effoliðnum hjá AB og hevur áður eisini verið venjari hjá besta mansliðnum hjá KÍ, men skal nú hjálpa KÍ kvinnunum til Champions League dystirnar í summar.