Harleywoodpaint
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Oddur fingið starv í Effodeildini

Jákup Ósá

Klaksvíkingurin hevur fingið starv í Effodeildini.

Oddur Olsen hevur fleiri ár verið venjari hjá ymiskum liðum hjá KÍ. Men nú eru boð eftir honum í Effodeildini, har hann verður hjálparvenjari hjá fyrrverandi KÍ venjara.

B68.fo skrivar í kvøld:

Oddur Olsen nýggjur hjálparvenjari

B68 hevur gjørt avtalu við klaksvíkingin Oddur Olsen um at verða venjari saman við Páll Gudlaugsson.

Oddur skal hava ábyrgdina av 2 deild, men Páll og Oddur koma sjálvandi at samstarva í báðum deildum.

Oddur hevur drúgvar royndir sum ungdómsvenjari, og seinastu 3 árini hevur hann verið venjari hjá 1 deild hjá KÍ.