Heini, skyldmaðurin í Kunoy, hevur mangan víst á ódeyðilig fiskiloyvi.
Sipað verður til, at skipaflotin ikki minkar samsvarandi teimum fækkandi fiskidøgunum. Eg eri púra samdur við Heina. Eg haldi, at hetta er bert ein av fleiri veikleikum í okkara fiskidagaskipan.
Eitt dømi um ódeyðilig fiskiloyvi sæst í línuflotanum. Nú mælir formaðurin fyri línuskip til upphøggingarskipan, so línuskipini kunnu fækka. Dagarnir í bólkinum eru skerdir, og nú er ov smábýtt til tey 24 skipini. Dagatalið hóskar til 17 skip, men onki skip fer úr flotanum. Orsøkin er, at fiskiloyvið í sjálvum sær verður mett at hava stórt virði. Hetta ’neyðarrópið’ frá formanninum fyri línuskip eigur at verða tikið í álvara av øllum pørtum í vinnuni. Eg havi í lesarabævi í juni í ár víst á møguleikan at senda línuskip út í verð sum menningarstuðul. Lína er umhvørvisvinarlig og lítið orkukrevjandi og tí tiltalandi veiðireiðskapur.
Ein annar veikleiki í okkara fiskidagaskipan er, at hon ikki forðar ovveiðu av ávísum fiskasløgum. Toskur hevur seinnu árini haft framúr góðan prís, og tí verður hann tráðroyndur. Í longri tíð hava vit hvørt ár tikið annanhvønn tosk úr havinum. Lívfrøðiliga burðardygga tilmælið er at taka í mesta lagi triðja hvønn fisk. Tað mest skynsama og búskaparliga burðardygga er at taka í mesta lagi fjóðrahvønn tosk úr stovninum hvørt ár. Tíbetur sær út til, at biologiska framleiðslan á føroyska landgrunninum hevur verið framúr í ár, og nógvur toskamurtur er at síggja. Vónandi ber til at laga veiðitrýstið, so stórur partur av hesum fiski kann vaksa og seljast sum stórur dýrur toskur.
Seinastu dagarnar hevur stjórin á Havstovuni fingið harðar ákoyringar, tí hann hevur dittað sær at siga, at fiskidagaskipanin ikki virkar sum ætlað. Tað er ikki ókent, serliga undir harðrendum valdsharrum, at tá ring boð koma, verður boðberin avrættaður, heldur enn at boðini verða tikin til eftirtektar. Hetta er stuttskygdur politikkur og førir til undirgang sum frá líður. Eg havi ilt við at síggja, hví so stór andsøgn er millum fiskimenn og fiskifrøðingar. Allir hava sama mál, í hvussu er upp á longri sikt; at fáa so nógv burturúr fiskastovnunum sum gjørligt. Tað eigur tí at bera til at samstarva, so okkara sermerkta fiskidagaskipan kemur at rigga sum ætlað.
Nólsoy, 4. oktober 2009,
Bjarti Thomsen.




