Í fyrstu ódnartøkunum í ár sóu vit Klaksvíking vinna hjá 10-mannaførunum í tveimum av trimum róðrum í harðari kapping við Drekan Reyða. Nú verður nýggj kapping í ódnartøkum.
Fyrireikararnir skriva soleiðis:
Annað umfar í várkappingini í ódnartøkum, verður í Runavík leygardagin kl 15.00. Róð verður inni í havnalagnum í Runavík. Róð verður umleið 140 metrar, sum svarar til umleið 25-30 tøk. Hvør manning/bátastødd rør tríggjar ferðir sama dag og varar tiltakið undir 2 tímar.
Róðrarnir verða avgreiddir í trimum riðlum við trimum bátastøddum í hvørjum riðli. Hvør manning rør tríggjar ferðir eftir hvørja aðra. Raðfylgjan er víst niðanfyri.
Riðil 1
Barnaróður dreingir
5. mannafør kvinnur
5. Mannafør gentur
Riðil 2
Barnaróður Gentur
6. Mannafør menn
8. Mannafør
Riðil 3
5. Mannafør dreingir b. 1
5. Mannafør dreingir b. 1
10. Mannafør
Tann, sum hevur klárað seg best, hvønn einstaka dag vinnur fyri tann dagin, og fær stig eftir RSF stigatalvuni. Eftir teir tríggjar róðrardagarnar vinnur tann, sum hevur klárað seg best tilsamans.
Bátarnir kunna flotast við neysti hjá NSÍ, har breyð og drekka eisini verður at fáa hjá róðrarfólkinum.
Hesar manningarnar hava melda seg til:
Riðil 1
Barnaróður dreingir
9. Ingibjørg
8.Falkurin
5. mannafør kvinnur
10. Teistin
9. Jallurin
8. Drekin
6. Tekla
5. mannafør gentur
11. Havfrúgvin
10. Báran
9. Firvaldur
8. Blikur
7. Pílur
Riðil 2
Barnaróður gentur
10. Pílur
9. Ingibjørg
6. Mannafør menn
10. Hósvíkingur
9. Hvessingur
8. Gongurólvur
7. Sundabáturin
8. Mannafør
9. Árnfirðingur
8. Miðvingur
Riðil 3
6. Mannafør kvinnur
10. Fortuna
9. Sølmundur
8. Páll Fangi
5. Mannafør dreingir
12. Drekin
11. Pílur
10. Sílið
9. Fípan Fagra
8. Jallurin
7. Ingibjørg
6. Firvaldur
10. mannafør
8. Ormurin Langi
9. Klaksvíkingur
10. Drekin Reyði




