Tann fyrsta veruliga ódnin í ár yvir Norðuratlantshavi er í hesum døgum ávegis ímóti amerikansku strondini.
Hon hevur fingið navnið Florence – t.v.s., at 5 onnur órógv i lufthavinum hava verið í ár (A-E), men eingi teirra hava havt stórvegis uppá seg.
Fyrsta, veðurfrøðingar løgdu til merkis um at eitt órógv hevði tikið seg upp, var nógv regn við áarlopi og fitt av vindi í Grønhøvdaoyggjum (Cape Verde Islands) 31. august.
Síðani tá hevur veðurskipanin flutt seg vestureftir og hevur ment seg upp í storm 1. september og so til ódn 5. september.
Florence flytur seg ikki skjótt vestureftir – ferðir er um 25 km/t.
Vindurin melur skjótt um eygað – miðalvindferðin liggur um 60 m/s.
Við verandi ferð vestureftir er væntandi, at hon rakar strondina í USA hóskvøldið ella fríggjanáttina. Har hava myndugleikar gjørt av at flyta fólk burtur av vandaleið. Talan er um nógv fólk – upp í einar 1,5 milliónir úr 4 statum!



