Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , ,

Ódnin hevur bert havt smáskaðar við sær

Tekst og myndir: Oliver Joensen

Finn Hansen, tilbúgvingarleiðari sigur, at í nátt hava bert verið smáskaðar í Klaksvík og Norðanfyri, men í morgun hava einir tveir tríggir húsaskaðar verið. Tað hevur snúð seg um takplátur sum eru losnaðar og at okkurt tak er farið at leka. Annars kann sum heild sigast, at fólk hava verið røsk at tikið upp í egnum umhvørvi áðrenn illveðrið brast á. Sera nógvur vindur hevur verið í nátt og tíðliga í morgun, sigur Finn Hansen, tilbúgvingarleiðari at enda.

Vit hava tikið nakrar myndir í morgun av kavakløddum fjallatoppum, hetta er helst fyrstu ferð vit síggja kava í fjøllunum í heyst.