Harley
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Øðrvísi bókaframløga í Listasavninum

Tíðindaskriv

Í dag klokkan 15 verður bókin Viðarlundir í Føroyum eftir Birgit Jacobsen løgd fram í Listaskálanum í Havn. Í bókini eru hópin av flottum myndum og hent vitan um føroysku viðarlundirnar

Í dag klokkan 15 verður bókin Viðarlundir í Føroyum eftir Birgit Jacobsen løgd fram í Listaskálanum í Havn. Í bókini eru hópin av flottum myndum og hent vitan um føroysku viðarlundirnar


Tað var í 1914, at fyrstu trøini, vóru plantað í Tórshavn og í Hoydølum, á Selatrað og í Kunoy. Í dag, 100 ár seinni, eru fleiri enn 25 viðarlundir ella ‘plantasjur’ í Føroyum.

Tær flestu viðarlundirnar eru í Havn, og millum teirra er tann elsta og óivað mest vitjaða, viðarlundin í Gundadali. Hinar viðarlundirnar eru spjaddar um sjey av oyggjunum, hin norðasta er við bygdina Mikladal í Kalsoy og hin sunnasta oman fyri Vágs bygd í Suðuroy.

Í sambandi við bókaframløguna í Listaskálanum seinnapartin í dag, fer Birgit at greiða frá bókini og Jóhann Mortensen, formaður í skógfriðingarnevndini, fer at siga nøkur orð. Kórsangur og kaffi og kaka eru eisini á skránni, og at enda verður forvitnislig rundferð í Plantasjuni, har Tróndur Leivsson frá Skógrøkt Landsins fer at greiða frá.

Myndirnar eru úr bókini Viðarlundir í Føroyum eftir Birgit Jacobsen.

Harleyfacadeacryl