Bárður F. Mikladal gongur í 10. flokki í skúlanum á Ziskatrøð. Fyrst í februar valdi hann at fara til Danmarkar í starvsvenjing hjá Truemax.
Bárður var sera spentur at sleppa í starvsvenjing hjá Truemax, sum liggur í Keypmannahavn. Truemax fyritøkan fæst við teldur, 3d og animatiónir. Men hví til Danmarkar?
Truemax er einasta av sínum slag í allari skandinaviu, tískil noyddist Bárður alla ta longu leið til Keypmannahavnar fyri at kunna arbeiða við sínum áhugamálum, sum m.a. er at gera teknifilmar við teldu.
Bárður leitaði á alnetinum eftir starvsvengingarplássinum, og tað var als ikki torført at fáa pláss. Har vóru 5 onnur í starvsvenjing á Truemax.
Har var frálíkt at vera, og hann fekk nógv burturúr, tó kendist tað eitt sindur einsligt viðhvørt at vera einsamallur í einum stórbýi, sigur hann.
Bárður búði hjá fastur síni, sum býr nær við Truemax. Hann koyrdi við bussi til og frá arbeiðinum, tað var ikki tað ringasta.
Bárði dámdi sera væl starvsvenjingartíðina. Tað var ógvuliga áhugavert og hann fekk nógva nýggja vitan innan økið. Hann kundi væl hugsa sær at arbeitt við hesum í framtíðini.
Meira fæst at vita um Truemax við at vitja heimasíðuna www.truemax.dk




