Borgarar í 26 av 30 OECD-londum arbeiða meiri enn danir, tað ger marginalskatturin
Danir hava sambært OECD fjórðlægstu arbeiðstíðina av teimum 30 limalondunum, sum eru í felagssakpinum, skrivar Børsen. Tølini eru úr eini nýggjari frágreiðing frá OECD, og her er ein fullkomuliga greið staðfesting: Skuldina hevur høgi marginalskatturin.
“Vit síggja, at høgu marginalskattirnir viga ómetaliga tungt í vikuligu arbeiðstíðini.
Av høgu skattunum fylgir lítli hugurin til at arbeiða ein tíma eyka, og lønin fer í staðin til eina fríløtu;” sigur Jørgen Elmerskov, fíggjarleiðari í OECD, við Børsen.
Fyrrverandi yvirvísmaðurin Torben M. Andersen gevur eisini marginalskattinum skuldina fyri lágu arbeiðstíðina hjá dønum.
“Sjálvandi hevur skatturin týdning fyri longdina av arbeiðstíðini. Hetta ger seg bæði galdandi í tímatalinum og í samband við luttøkutíðina á arbeiðsmarknaðinum”, sigur hann við Børsen
nj
Kelda: 180 grader




