Løgtingsfundur verður nú klokkan 11 og fyrst á skránni eru ófráboðaðir fyrispurningar.
Løgtingsfundur verður nú klokkan 11 og fyrst á skránni eru ófráboðaðir fyrispurningar.
Løgtingsfólk fáa tá høvi at spyrja landsstýrisfólkini fyrispurningar, sum landsstýrisfólkini ikki hava fingið høvi at fyrireika seg til frammanundan. Vanliga fær hvør flokkur bara loyvi at spyrja ein spurning, tí einans ein tími verður settur av hvørja ferðina til ófráboðaðar fyrispurningar.
Umframt ófráboðaðu fyrispurningarnar eru 5 triðjuviðgerðir, ein onnurviðgerð og tvær fyrstuviðgerðir á skránni fyri tingfundin í dag.
Løgtingsfundurin verður stroymaður her frá klokkan 11.




