Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

OGNA TÆR EITT LISTAVERK OG STUÐLA AFRIKA

John William Joensen

– Spennandi TELEFON-uppboðssøla í døgunum 4. til 7. mai á www.crudec.com

Tíðindaskriv: Tórshavn 4. mai 2009

Mánamorgunin, 4. mai klokkan 10.00 byrjar stór TELEFON-uppboðsøla av 23 spennandi listaverkum. Uppboðssølan heldur fram til hóskvøldið 7. mai klokkan 22.00.

Fleiri av listarverkunum eru gjørd serstakt til stuðulstiltakið ”Føroya Feitasta Stuðulskonsert” til frama fyri skúlaverkætlanir í afrikonsku londunum Gana og Liberia, sum Kringvarpið 16. apríl varpaði ljós á í temasending um menningarheimin.
Listaverkini eru at síggja í SMS frá mánamorgni 4. mai til mikukvøldið 6. mai og í Klingruni í Norðurlandahúsinum 7. mai. Somuleiðis kanst tú síggja listaverkini á www.crudec.com ella við at ringja til 25 99 20.

Hesi listafólk hava sett spennandi listaverk á uppboðssølu:

Eli Smith
Frits Johannesen
Øssur Mohr
Sirikit Jacobsen
Jón K. Poulsen
Bárður Dal Christiansen
Jóannes Lamhauge
Edith Mørkøre
Harry Knusdsen
Ásla Rannvá Svendson
Nikolina Højgaard
Guðrun & Guðrun
Bergun Kass
Katrin Svabo Bech
Zacharias Heinesen
Beinta Vilhelmsen
Kristina Joensen
Eivør Pálsdóttir
Ann-Mari Mouritsen
Sámal Toftenes
Ása Thomsen
Hedvig Johansdóttir
Gunnar Streymoy
Sigrun Gunnarsdóttir
Høgni Thomsen
Vera Larsen
Maibritt Frederiksberg
Maria Mørkøre
Lydia Petersen

RING ELLA SKRIVA TIL
25 99 20
UPPLÝS NUMMAR Á LISTAVERKI OG TÍTT BOÐ

Tann, ið hóskvøldið 7. mai kl. 22.00, eigur hægsta boðið, hevur ognað sær listaverkið og samstundis stuðla tveimum skúlaverkætlanum í Afrika.

Umframt telefonuppboðssøluna fara 8 listaverk á uppboðssølu í konsertsalinum í Norðurlandahúsinum í samband við stuðulskonsertina, sum verður hóskvøldið 7. mai klokkan 19.30. Tað verður Hilmar Jan Hansen, sum fer at skipa fyri hesi uppboðssølu.

Leiga av Norðurlandahúsinum, tónleikarar, listaverk og alt arbeiðið er latið ókeypis í sambandi við stuðulstiltakið. Allur peningurin fer tí óskerdur til skúlaverkætlanir í Afrika hjá ganesiska felagsskapinum CRUDEC og ABC barnahjálp í Føroyum.

CRUDEC “Care for Rural and Deprived Children” og ABC Barnahjálp í Føroyum takka hjartaliga fyri stuðulin.

Meira fæst at vita hjá Biritu Wardum, tlf. 254598 ella Katrin á Neystabø, tlf. 217721.