Virkisbygningar á Toftum og Klaksvík verða nú seld hægstbjóðandi umframt ein bilur, Toyota Avensis 2,0, diesel, framleiðsluár 1998, Stempulstøð til klokkuskipan, skrivar Faroe Law í lýsing sum er send miðlunum

Úr trotabúnum P/F Landingarmiðstøð Føroya verða niðanfyri tilskilaðu ognir lýstar til sølu um hóskandi boð fæst:
Virkisbygningarnir hava verið brúktir til landingarvirksemi og fevna um niðanfyri nevndu fastognir við tilhoyrandi rakstrargøgnum:
Toftir, matr. nr. 435c, 435f og 435d, ið er ein virkisbygningur á leigugrund.
Virkisbygningurin er 3 hallir, ið eru samanbygdar.
Klaksvík, matr. nr. 966m, ið er ein virkisbygningur á leigugrund.
Aðrar ognir:
• Bilur, Toyota Avensis 2,0, diesel, framleiðsluár 1998
• Stempulstøð til klokkuskipan
Ognirnar kunnu seljast saman ella hvør sær og skrivlig boð skulu verða Eyðfinni Jacobsen, bústjóra í hendi í seinasta lagi 15. mai 2013 kl. 16.00, skrivar advokatfelagið m.a.